Havstovan: Er Føroya Banki við at koma fyri seg aftur

vinna11-04-2017 - 11:07 - Jóanis Nielsen

Yvirlitstrolingin hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka í vár er liðug, og vísti hon m.a., at tað var meira at fáa av hýsu enn vanligt hevur verið seinastu mongu árini (Sí mynd 1). Fyri veður vórðu einans støðir grynri enn 200 metrar tiknar, og hýsan var væl spjadd um allan tann partin av Føroyabanka.

Eitt lítið sindur meir av toski var at fáa, samanborið við síðstu tvey árini, men hetta komst serliga av einum góðum háli. Mynd 1 vísir, at nøgdirnar av toski og hýsu plaga at fylgjast á Føroyabanka, men enn er ógreitt, um toskurin fer at koma fyri seg eins og hýsan.

Úrslitini fyri fisk á djúpum vatni (upsa, longu, brosmu, gulllaks o.a.) skulu takast við fyrivarni, tí ongar djúpar støðir vórðu tiknar í ár.

Les meira um túrin við at trýsta her.

Mynd 1.Úrslit frá yvirlitstrolingum hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka (grynri enn 200 metrar) í mars frá 1983 til 2017.