Havnar Tennisfelag gjørt avtalu við høvuðsvenjara

ítróttur16-08-2018 - 10:23 - Jóanis Albert Nielsen

Nýggja nevndin í Havnar Tennisfelag hevur í dag kunngjørt, at Pablo Merin verður nýggjur høvuðsvenjari hjá felagnum. Pablo Merin hevur royndir sum tennisvenjari uttanlanda og kemur at hava ábyrgdina av tennisvenjingunum á uttandura vallunum í Gundadali restina av august og septembur. Eftir hetta byrjar innandura venjing, sum fer at verða í allan vetur. Meir kunning um hetta seinni.

Venjingin í august og septembur er ókeypis, fyri bæði kyn og allar aldursbólkar. Fyrsta venjing verður í Gundadali týsdagin 21-08 frá kl. 16-18. Veðrið kann ávirka venjingartíðirnar uttandura, so broytingar kunnu koma fyri. Møguligar broytingar og venjingartíðir eru at síggja á Facebook síðuni hjá Havnar Tennisfelag.

Stóra gularótin hjá tennisíðkandi í Føroyum eru oyggjaleikirnir. Við nýggjum høvuðsvenjara og innandura venjing í vetur, so hevur Havnar Tennisfelag ætlanir um at gera seg galdandi á oyggjaleikum framyvir. Á økinum í Gundadali eru ætlanir um at byggja eitt felagshús og at skifta undirlag til graslíki, so at tað verður møguligt at spæla tennis størri part av árinum uttandura.

Í framtíðini eru ætlanir at byggja eina tennishøll við fleiri vallum. Føroyar manglar eina ítróttagrein fyri at kunna hýsa oyggjaleikum. Um tað eydnast at byggja eina tennishøll við fleiri vallum, so kann hesin trupulleikin loysast!