Hava mist grindina

mentan14-09-2018 - 09:37 - Jóanis Nielsen

 Grind varð funnin útfyri Gomlurætt í morgun tíðliga.

Nakrir bátar komu til grindina, men hon kavaði og teir hava ikki funnið hana aftur, teir leita tó eftir grindini.

Tað er vestfall, so tað kann verða at hon verður funnin aftur vestanfyri ella í Vestmannasundi.

Uppdatering kl. 10.09: Sambært Karl Johansen sýslumanni, so eru bátarnir givnir at leita, teir eru farnir aftur til lands.