Hava havt bindiklubba í 60 ár

mentan29-07-2017 - 20:03 - Jóanis Nielsen

So vóru tær her🇫🇴🥂☀️

Hesar fittu, fínu og sera flottu -(næstan 90 ára gomlu damurnar)☺️🌸feiðra at tær hava gingið i bindiklubba í 60 ár☀️👌🇫🇴
Í kvøld skulu tær forkelast, tað skrivar ein ommudóttir hjá einari av bindiklubbakonunum á Facebook.

Alla fýra búgva tær í Sandavági - ein er úr Sørvági, ein úr Vági, ein úr Porkeri og tann fjórða úr Sandavági. Upprunaliga vóru tær fleiri, men fleir eru farnar foldum frá.

Orðini og myndirnar eigur Bjørk Gudmundsen