Hátíðarhald: Stórhøllin á Hálsi liðug

vinna10-01-2018 - 20:02 - Jóanis Nielsen

Nú er arbeiðið at útbyggja Høllina á Hálsi um at verða liðugt. Í morgin hósdagin 11. januar 2018 kl. 16:15 verður hátíðarhald.


Nýggja stásiliga høllin, ið er bygd afturat verandi høll, er púra liðug, umframt hølini niðriundir, ið eru ætlaði m.a. borðtennis og stríðsítrótti, eisini eru klár. Virksemið í hesum hallunum byrjar í næstum.

Røður og tónleikur verður umframt drekkamuður. Samstundis verður nú farið undir at gera nakrar ábøtur á verandi høll, umframt at nýggj flytilig áskoðarapláss til hallirnar verða sett upp. Hetta arbeiðið verður ætlandi liðugt um miðjan februar 2018.

Øll eru vælkomin til hátíðarhaldið. Lesið nærri um verkætlanina:bit.ly/Stórhøllin