Hátíðarguðstænasta í Sandavágs kirkju

mentan02-09-2017 - 20:45 - Jóanis Nielsen
Fólkakirkjan skrivar:
Sunnudagin hin 3. september kl. 11.00 verður hátíðarguðstænasta í Sandavágs kirkju, har Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar, og sóknarprestarnir Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð luttaka.

Hendan dagin fær Heini F. Petersen handað heiðursmerki frá Margrethu drotning fyri trúgva og drúgva tænastu sum deknur í Sandavágs kirkju. Heini F. Petersen hevur verið deknur í meira enn 40 ár, hann hevur eisini sitið í kirkjuráðnum í Sandavági, fleiri skeið hevur hann verið formaður.

Heini er góður við kirkjuna, altíð fúsur til tænastu og hann ger, saman við øðrum góðu kirkjutænarum, eitt stórt og gott arbeiði kirkjuni at frama. Vit fegnast um heiðurin og ynskja Heina F. Petersen tillukku við heiðursmerkinum. Øll eru vælkomin at koma til guðstænastu hendan stóra dagin í tí vøkru 100 ára gomlu Sandavágs kirkju.

Orð: Marjun í Kálvalíð