Mynd: kvf.fo

Hátíðarguðstænasta á Viðareiði

mentan18-03-2017 - 16:12 - Jóanis Nielsen

 Sunnudagin 19 mars kl. 17 verður Hátíðarguðstænasta á Viðareiði við Jóannes Purkhús

Hátíðarguðstænastan er í samband við at Gudrid Dahl Sørensen hevur spælt urgu í kirkjuni í 70 ár, hon spældi fyrst í 10 ár í Árnafirði og síðan hevur hon spælt uppá urguna í kirkjuni á Viðareiði í 60 ár.

Kórið við Christianskirkjuna luttekur við sangi.

Eftir guðstænastuna verður nátturði í Missiónshúsinum.

Øll eru vælkomin.