Hátíðardagur í Sørvágs kommunu

politikkur27-02-2020 - 14:38 - Jóanis Nielsen

Í morgun varð byrjað at grava út fyri nýggju vøggustovunum uppi á Mýrum í Sørvági.

Børn og starvsfólk í Alvalon og Sýsluni vóru komin at hyggja at, tá ið borgarstjórin loysti fyrsta bøkkin.