Hassjhundar gera mun

top30-08-2019 - 16:30 - Jóanis Nielsen

Hassjhundarnir hjá TAKS koma støðugt fram á rúsevni, sum roynt verður at smugla til Føroya.

Í mars varð ungur føroyingur tikin fyri at royna at smugla 6 kilo av hassji til Føroya. Rúsevnið var fjalt í eini pakkasending. Í mai dømdi Føroya rættur mannin 1 árs fongsul fyri smuglingina.

Í juli varð 25 ára gamal føroyingur steðgaður á flogvøllinum fyri at royna at smugla kokain til Føroya. Tá ið maðurin kom úr flogfarinum, vísti hassjhundurin honum áhuga. Maðurin sýtti fyri at hava rúsevni uppi á sær. Hann varð síðan koyrdur á Landssjúkrahúsið til skanningar, og komið varð fram á, at hann hevði 47 gramm av kokaini innvortis. Maðurin varð seinni í Føroya rætti dømdur 7 mánaða fongsulsrevsing.

Ólavsøkudag vórðu somuleiðis tveir ungir føroyingar steðgaðir á flogvøllinum, tí illgruni var um, at teir høvdu rúsevni uppi á sær. Aftur hesa ferð var tað ein hassjhundur, sum gjørdi vart við seg. Menninir noktaðu í fyrsta umfari fyri, at teir royndu at smugla nakað, men ein skanning á Landssjúkrahúsinum staðfesti, at teir fjaldu ávikavist 28 og 77 gramm av hassji innvortis. Løgreglan handtók menninar, sum nú bíða eftir dómi í Føroya rætti.

Streymurin av rúsevnum til landið veksur støðugt, og tollmyndugleikarnir mugu alsamt halda eitt vakið eyga við markinum til Føroya. Við vaksandi innflutningi og ferðafólkavinnu er hetta stór avbjóðing, og tað gerst greiðari fyri hvønn dag, hvussu týðandi hassjhundar eru í arbeiðinum at byrgja fyri smugling.

TAKS hevur í dag tveir hassjhundar til alt eftirlitsarbeiði sítt, skrivar Taks.fo.