Mynd: Gorm Niclassen

Hasfjord er komin á Havnina

vinna20-02-2020 - 14:44 - Jóanis Nielsen
Ferjan, sum Strandferðslan hevur keypt til sigling um Skopunarfjørð, kom á Havnina í dag, men nær ferjan verður sett í sigling er enn ógreitt, tað skulu samráðingar til um manningarhýrur o.a. áðrenn klárt er at fara í sigling.

Tað var mánadagin 16 desembur 2019 at keypðssáttmálin var undirskrivaður, síðan er ymiskt arbeiðið gjørt á verkstaðnum hjá Sandnessjøen Slip í Norra.

Hasfjord er bygd í 1975 á Harstad Mek Verksted AS, og er 40,7 m long og 9,5 m breið.