Haruveiðan í fjør var meir enn tað dupulta av tí í 2016

mentan26-03-2018 - 16:04 - Jóanis Nielsen

 Tilsamans vóru 6.409 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2017.


Nógv teir bestir vóru harumenninir í “Skálatoftahaga” á Borðoynni. Teir skutu 280 harur. Teimum á baki vóru teir í “Neshaga” í Vestmanna við 172 harum og á triðja plássi vóru harumenninir “Norðurtriðingur – Norðaripartur” í Sørvág við 146 harum.



Alt hetta, og meir afturat, kann lesast í frágreiðingini “Haruveiðan í Føroyum 2017”, sum júst er útkomin:



Frágreiðingin er 51 blaðsíður til longdar (4,4 KB), og kann takast niður á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum, á leinkinum:



https://old.setur.fo/uploads/tx_userpubrep/NVDrit2018_01_HaruveidanIFoeroyum2017.pdf