Mynd: Jóhannus Hansen.

Haruhagarnir í Vestmanna fingu góðan prís

mentan29-10-2018 - 08:47 - Jóanis Nielsen

Haruhagarnir í Vestmanna vórðu seldir í gjár. Tað plagar at verða góður prísur fyri hagarnar í Vestmanna, og hóast teir onkuntíð hava fingið betri prís, so var prísurin hampuliga góður í gjár.

Prísirnir:

Heimihagin heimari kr 6500 Heimihagin norðan Kr 8000 Brekkurnar kr 11000 Norðurnesið kr 11000 

Hinir 5 vóru seldir áðrenn.