Haruhagarnir í Kvívík fóru fyri nógvar pengar

mentan25-10-2020 - 15:03 - Jóanis Nielsen

 Haruhagarnir í Kvívík vórðu seldin ímeðan seyðasýningin var í Kvívík - sigast má, at teir høvdu góðan prís, 4 hagar fóru fyri tilsamans 129.000 kr.

Norðihagi fór fyri 31.000 kr, Gásafelli fór fyri 38.000 kr, Fjallið fór fyri kr. 37.000 kr og Frammihagi fór fyri kr 23.000 kr.