Handilin hjá Palla fer í søguna

Vinna05-12-2017 - 19:36 - Jóanis Albert Nielsen

Mikudagin 13.des. fer seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna , Hjá Palla, í søguna.
13.dec í 1962 opnaðu Hallgerð og Palli handil og hava tey so trúføst rikið handil í 55 ár.
Tað er við sorgblídni at vit steingja og vilja vit nýta høvið at takka okkara trúføstu kundum fyri dygga stuðulin øll hesi ár. Um onkur tykkara hevur ella veit um myndir av mammu og babba í handlinum, starvsfólkið ella bara av handlinum taka vit hjartans fegin ímóti:-)

Hyllarnar byrja at tømast, men hóast tad er nógv eftir; sum mjølið í krukkuni;-). Opið er sum vanligt.

Mikudagin 13.dec bjóða vit øllum ein drekkamunn, holukøkur, gløgg og annad gott til uppi er.
12. des. og 13. des. selja vit, sum nakað nýtt, sera vakrar jóladekratiónir, liðug gjørd piparkøkuhús og pyntaðar smákøkur til jóla:-)
Verið hjartaliga vælkomin inn ä gólvið.

Vh Fríðgerð og syskini