Handanin av Mentanarvirðisløn landsins 2017 verður í Miðvági í kvøld

mentan24-01-2018 - 14:12 - Jóanis Nielsen

Í kvøld kl 19 fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at handa árligu virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri 2017.

Virðislønirnar fyri 2017 eru tríggjar í tali:

•Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.


•Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.


•Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin ungum listafólki undir 30 ár, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

Sum siðvenja er verða nøvnini á teimum, sum fáa mentanarvirðislønirnar, ikki kunngjørd fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.

Í ár verður tað á almennari samkomu í Bygdarhúsinum í Miðvági, øll eru vælkomin.