Hamranes og Breiðanes hava aftur gjørt ein góðan og skjótan túr

Vinna28-03-2020 - 19:01 - Jóanis Albert Nielsen
Partrolarnir úr Hvalba - Breiðanes og Hamranes - hava havt góðan fiskiskap seinastu dagarnar. Tann 20. mars vóru teir inni og landaðu 160.000 pund. Tann 25. mars vóru teir aftur inni og landaðu 210.000 pund.

Teir eru komnir aftur á Hvalba í kvøld. Teir hava henda túrin fingið útvið 225.000 pund harav er meginparturin upsi.

Hamranes og Breiðanes skulu á beding í komandi viku.