Hamferð við nýggjum sjónbandalagi

Mentan06-12-2017 - 08:44 - Jóanis Albert Nielsen

Í samband við nýggju plátuna, ‘Támsins likam’, hevur Hamferð júst útgivið sjónbandalagið ‘Frosthvarv’, ið ber brá av stuttfilmi. Lagið er bæði ein sorgblíð kærleiksvísa og eitt harmaljóð um spillandi sorg. Innihaldið í stuttfilminum lýsir hesa huglagstvígreining og er samstundis ein tulking av søguni, ið bindur saman løgini á ‘Támsins likam’.

Franklin Henriksen hevur leikstjórnað, og Beinta Haraldsen og Julia í Kálvalíð hava lagt til rættis.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=_IJEP40xqSg]