Hámarkið fyri kontaktleysa gjalding hækkar

Vinna19-01-2018 - 18:04 - Jóanis Albert Nielsen

Betri: Hámarkið fyri kontaktleysa gjalding við kassan í handlunum, sum higartil hevur verið 200 kr., hækkar nú upp í 350 kr. Tað merkir, at eftir 1. februar kanst tú keypa fyri upp til 350 kr. við gjaldskorti uttan at brúka pin-kotu.

Fyrimunirnir við kontaktleysu gjaldingunum eru fleiri. Fyrst og fremst er tað ein fyrimunur fyri brúkara og handil, at tað er lættari og væl skjótari at rinda fyri vørurnar. Harumframt eru kontaktleysu gjaldingarnar eisini við til at minka um misbrúk av gjaldskortum, t.d. har onkur hevur 'lúrt pin-kotuna av', meðan tú rindaði.

Sambært Nets er misbrúk við gjaldskortum uttan pin-kotu øgiliga lítið, tilsamans minni enn 1 prosent av samlaða kortmisbrúkinum, og tí verður mett trygt at hækka hámarkið.

Sum er verða 40 prosent av øllum gjaldingum í fysiskum handlum gjørdar kontaktleyst, sigur Nets, sum væntar, at hetta talið fer at verða nærri 80 prosentum, tá hámarkið er hækkað.

Broytingin kemur í gildi 1. februar.

  • Tó eru nøkur fyrivarni:

    • Neyðugt er hjá handlum at dagføra terminalarnar, soleiðis at nýggja hámarkið liggur inni, tá fólk skulu rinda kontaktleyst.
    • Broytingin er fyribils bert galdandi fyri Dankort-partin av Visa/Dankortunum. Tvs. at í flestu handlunum í danska ríkinum hækkar hámarkið. Men í teimum handlum, sum bert taka Visa-partin av kortinum, t.d. Atlantic Airways og ymsir smáhandlar, kemur broytingin í gildi í apríl 2018.
    • Fyri Mastercard kemur broytingin í gildi í apríl 2018.