H71 vann ein spennandi dyst á Kyndli

ítróttur14-11-2017 - 21:50 - Jóanis Albert Nielsen

Ein dystur hevur í kvøld verið í FTZ-deildini hjá monnum, tað var Kyndil ið tók móti H71. Liðini fylgdust væl, og fyrstu fer tað var meira enn 1 mál á muni millum liðini var í 13. min tá ið Kyndil førdi 8-6. Hálvleiksstøðan var 13-12 til Kyndil.

Sama gongd var í seinna hálvleiki, og kom H71 á odda 16-18 eftir 38. min. Tá ið 51. min. vóru leiktir var støðan 23-23, og fór H71 tá frá Kyndil. Kyndil fekk bert eitt mál afturat í dystinum. H71 vann dystin 24-28.

Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 8, Tummas Pauli Hanussarson 4, Rógvi D. Christiansen 4, Høgni K. Olsen 3, Rókur Akralíð 2, Tróndur Wardum 1, Rani Ellingsgaard 1 og Tórvald Abrahamsen 1.

H71: Hilmar Leon Jacobsen 10, Sigmundur Nolsø 6, Leivur Mortensen 4, Mark Marcher 2, Rúni V. Højgaard 2, Vilhelm Poulsen 2 og Andor Sivertsen 2.

Støður:

5. min. 3-3

10. min. 5-5

15. min. 8-7

20. min. 8-9

25. min. 11-11

30. min. 13-12

35. min. 15-16

40. min. 18-19

45. min. 21-20

50. min. 22-22

55. min. 23-24

60. min. 24-28

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin92281943415
2H7192402221814
3VÍF7207196118
4Kyndil921221118
5Team Klaksvík9202225-238
6StÍF8200215-155
7KÍF7169195-260