H71 vann dystin móti VÍF 32-29

ítróttur06-09-2017 - 22:30 - Jóanis Nielsen

 Eisini hjá monnunum vóru tað meistararnir, sum fóru avstað við Lionsbikarinum. H71 vann dystin móti VÍF 32-29, eftir at VÍF hevði verið á odda 15-13 í hálvleikinum.

Leingi sá tað út til at tað fór at vera VÍF, sum fór avstað við steypinum, men seint í dystinum steðgaði alt upp hjá teimum gulu og H71 stjól sigurin seinasti minuttirnar. Hjartaliga tillukku H71, tað skrivar HSF.