H71 vann 34-26 á Kyndli

ítróttur17-11-2019 - 18:16 - Jóanis Albert Nielsen
Oddaliðið í Okkara-deildini hjá monnum í hondbólti H71 var í dag á vitjan hjá Kyndli.

Tað var oddaliðið ið byrjaði dystin betri, og longu eftir 7. min. høvdu teir fingið eina leiðslu uppá 3 mál. Hálvleiksstøðan var 11-16. H71 økti bara um munin í seinna hálvleiki og vann dystin 26-34.

Málskjúttar:
Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 13, Rógvi D. Christiansen 4, Janus Jacobsen 2, Tummas Pauli Hanussarson 2, Anders Risdal 2, Tróndur Wardum 1, Tórður S. Guttesen 1 og Kristoffer Bjørgvin 1.

H71: Peter Krogh 7, Elias á Skipagøtu 5, Leivur Mortensen 3, Vilhelm Poulsen 3, Pætur Mikkjalsson 3, Hilmar Leon Jakobsen 3, Pætur Thomsen 3, Djóni Joensen 2, Høgni Gaard 2, Pauli Mittún 2 og Sigmundur Dahl 1.

Støður: 
5. min. 2-3
10. min. 4-5
15. min. 5-8
20. min. 7-11
25. min. 9-14
30. min. 11-16
35. min. 14-20
40. min. 14-24
45. min. 17-26
50. min. 19-30
55. min. 22-31
60. min. 26-34