Savnsmynd: H71.fo

H71 vann 24-20 á Team Klaksvík

ítróttur06-11-2017 - 07:58 - Jóanis Nielsen
Í gjár tók H71 móti Team Klaksvík í FTZ-deildini hjá monnum í hondbólti. Tað var Team Klaksvík ið fekk betri byrjanuna og komu á odda 1-3, men so tók H71 yvir, og komu á odda 7-5, restina av fyrra hálvleiki var tað annaðhvørt javnt ella H71 á odda við 1-2 málum. Hálvleiksstøðan var 12-11.

Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki, og vann H71 dystin 24-20.


H71: Rúni V: Højgård 7, Vilhelm Poulsen 7, Leivur Mortensen 4, Mark Marcher 2, Pætur Thomsen 2, Rani Højgård 1 og Sigmundur Nolsø 1.

Team Klaksvík: Finnur Hansson 7, Ludvík Súnasson 6, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Beinir Johannesen 2 og Jens Pauli Mohr 2.

Støður: 
5. min. 1-1
10. min. 1-3
15. min. 7-5
20. min. 8-7
25. min. 10-9
30. min. 12-11
35. min. 13-12
40. min. 17-14
45. min. 17-17
50. min. 20-18
55. min. 20-19
60. min. 24-20