H71 smurdi StÍF av

ítróttur15-10-2018 - 09:38 - Jóanis Albert Nielsen
H71 tók í gjár ímóti StÍF í Okkara-deildini í hondbólti, og sigast má at H71 smurdi strandingar av.

Tað var H71 ið var nógv tað betra liðið í Hoyvík í gjár, og longu í hálvleikinum vóru teir 7 mál frammanfyri StÍF. Hálvleiksstøðan var 17-10.

H71 vann dystin 32-18.

H71 er nummar 4 við 4 stigum. StÍF hevur fingið tvey stig og eru næstaftast.

H71: Peter Krogh 8, Leivur Mortensen 7, Vilhelm Poulsen 5, Rúni V. Høgjaard 2, Hans Kári Hansen 2, Brandur Halgirsson 2, Niklas Hanusson 2, Ári Dam 1, Pætur Thomsen 1, Djóni G. Joensen 1 og Tummas Sørensen 1.

StÍF: Jóannes Prestá 6, Pætur Johansen 5, Pætur Barclay 3, Rani Højgaard 3 og Martin Danielsen 1.