H71 rennur undan í SMS-deildini

ítróttur21-10-2018 - 17:13 - Jóanis Albert Nielsen

3 dystir hava verið í SMS-deildini hjá kvinnum í hondbólti um vikuskiftið.

Í gjár leiktu Neistin og VÍF, dysturin byrjaði javnt og var støðan 4-5 eftir 15. min. Hálvleiksstøðan var 7-11 til VÍF. Tá ið 50. min. vóru leiktir var støðan 20-20. VÍF var á odda 20-22 eftir 58. min. Neistin kom væl aftur í aftur og fekk javna til 22-22. Toppskjúttar í dystinum vóru Sofie Søberg og Agnas Olsen sum báðar fingu 8 mál.

Kyndil hevði vitjan av StÍF í dag. Tað var StÍF ið byrjaði dystin betri, og longu eftir 7. min. var støðan 3-7 til StÍF. Kyndil kom betri við í dystin, og tá ið floyta var til hálvleiks var støðan 14-14. Kyndil vann dystin 25-22. Toppskúttar í dystinum vóru fyri Kyndil Bára K. Hansen og Súna K. Hansen sum báðar fingu 5 mál, og fyri StÍF fekk Rebekka Zachariassen 8 mál.

Oddaliðið í deildini H71 tók í dag móti Stjørnuni. Í fyrra hálvleiki gekk javnt fyri seg, og var H71 á odda 14-13 í hálvleikinum. H71 var betra liðið í seinna hálvleiki, og vann dystin 29-25. Maria H. Weyhe hjá H71 og Mina Sirdal fyri Stjørnuna fingu flest mál í dystinum, tær fingu 9 mál hvør.

Støðan:

Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
H71 5 145 123 22 10
VÍF 4 114 93 21 5
NEISTIN 5 113 107 6 5
KYNDIL 5 117 136 -19 4
STJØRNAN 4 93 94 -1 3
STÍF 5 98 127 -29 1