H71 hevur framvegis fult stigatal

ítróttur15-10-2018 - 09:20 - Jóanis Albert Nielsen

Oddaliðið í SMS-deildini tók í gjár ímóti botnliðnum í deildini. 

Tað var H71 ið byrjaði dystin betri, og longu eftir 7. min. var H71 á odda 5-2, men so kom StÍF væl við aftur, og legði seg á odda 5-6. Síðani gekk javnt á og fór H71 til hálvleiks við støðuni 13-12.

Í seinna hálvleiki var H71 betri, og vann dystin 29-25.

H71 hevur 8 stig fyri 4 dystir. StÍF hevur 1 stig fyri fýra dystir.

H71: Maria H. Weyhe 12, Marita Mortensen 7, Durita T. Joensen 6, Katrin V. Højsted 2, Tóhalla Thorsteinsson 1, Guðrið á Borg 1

StÍF: Emma Lerche 10, Karina Berg Høgnesen 8, Rebekka Zachariassen 2, Erla Jónsdóttir Petersen 2, Jóhanna í Króki 2, Simona á Fríðriksmørk 1