H71 fekk stig frá oddaliðnum

ítróttur20-01-2019 - 19:46 - Jóanis Albert Nielsen
H71 tók í dag móti oddaliðnum í Okkara-deildini hjá monnum í hondbólti.

Tað var Neistin ið byrjaði dystin betri, og komu á odda 4-7 eftir 13. min. Hálvleiksstøðan var 11-13.

H71 kom út til seinna hálvleik sum eitt ódnarveður, og eftir 45. min. var støðan 19-15 til heimaliðið. Tá ið 57. min. vóru leiktir var H71 á odda 22-20, Neistin kláraði at fáa javnleik seinastu minuttirnar og endaði dysturin 22-22.

H71: Vilhelm Poulsen 6, Rúni V. Højgaard 5, Peter Krogh 4, Leivur Mortensen 3, Brandur Halgirsson 3 og Pætur Thomsen 1.

Neistin: Rasmus Søby 8, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Mikkelsen 3, Tróndur Kragesteen 2, Rune Olsen 2,  Pál Niclasen 2 og Dánjal Ragnarsson 1.