H71 ætlar at gera seg galdandi í oddastríðnum, men...

ítróttur12-09-2017 - 12:46 - Jóanis Albert Nielsen

Sum tað næstseinasta liðið til ársins upptakt eru greipuvinnarnir frá seinasta kappingarári H71. Vit hava sett liðskiparinum á liðnum - Sigmundi Dahl - nakrar spurningar.

Hvussu hava tit fyrireika tykkum til kappingina?

- Fyrireikingarnar til kappingina í ár eru nakað tað sama sum undanfarin ár. Venjingarnar hava verið góðar og er hópurin sum heild væl fyri til kappingarbyrjan. Av tí at kappingin byrjar eitt sindur fyrr í ár, er nógv eftir at fáa upp á pláss.

Hvussu sær hópurin út í ár í mun til í fjør?

- Hópurin er broyttur nógv í mun til undanfarna ár. Fleiri av lyklaleikarunum undanfarna ári, verða ikki við - so sum Dánjal Tórgarð, Peter Krogh, Helgi Hoydal, Jónas Djurhuus og Tróndur Arge.

Hetta merkir so, at aðrir leikarar skulu setast inn, og tekur hetta sjálvsagt tíð. Vit hava fleiri yngri leikarar, ið eru klárir at taka av møguleikanum. Harafturat hava leikarar sum Esbern Patursson, Jóhan Hofgaard og Mark Lausen-Marcher valt at spæla aftur í ár.

Hvørji málsetning hava tit til kappingina?

- Ætlanin er at gera seg galdandi í oddastríðnum, men av tí at talan er um ein øðrvísi hóp við nógvum útskiftingum, er ringt at spáa um, hvussu langt tað fer at røkka hetta kappingarárið. Eisini hava m.a. Kyndil, Neistin og Team Klaksvík styrkt seg til kappingarbyrjan og eru tí útlit fyri eini javnari og spennandi kapping.