Gunnleyg Durhuus nýggjur leiðari í Reyða Krossi Føroya

mentan05-01-2017 - 09:22 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv frá Reyða Krossi

4. januar 2016

Gunnleyg Durhuus nýggjur leiðari í Reyða Krossi Føroya

Reyði Krossur hevur sett Gunleyg Durhuus í starv sum dagligan leiðara hjá Reyða Krossi Føroya.

Gunnleyg Durhuus hevur drúgvar arbeiðsroyndir bæði sum leiðari og sum sjálvstøðug vinnurekandi. Gunnleyg Durhuus hevur millum annað arbeitt sum landsarkitektur hjá Føroya Landsstýri, sum trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu og sum leiðari fyri eldraøkið hjá Nærverkinum/Almannaverkinum.

Sum yngri arbeiddi Gunnleyg Durhuus sum arkitektur í Eysturríki og í Fraklandi, og hon hevði egna arkitektteknistovu í Keypmannahavn.

Eisini hevur hon gott innlit í arbeiðið hjá Reyða Krossi, har hon hevur verið nevndarlimur og næstforkvinna í nógv ár.

Gunnleyg Durhuus er útbúgvin arkitektur og hevur fleiri eftirútbúgvingar innan leiðslu, HR-menning, samskifti og annað.

Sum dagligur leiðari fær Gunnleyg Durhuus ábyrgdina av virkseminum hjá felagsskapinum. Hon er bindiliðið millum tey mongu sjálvbodnu og nevndina, og hon samskipar virksemið á teimum mongu og fjølbroyttu økjunum, har okkara nógvu sjálvbodnu gera eitt stórt arbeiði.

- At hava ábyrgdina av dagliga virkseminum hjá Reyða Krossi og at kunna vera við til at menna felagsskapin enn meir, er ein ynskistøða hjá mær, sigur Gunnleyg Durhuus, sum gleðir seg at byrja í nýggja starvinum.

Nevndin í Reyða Krossi fegnast um nýggja leiðaran og um, at felagsskapurin fær enn betri møguleikar at fremja tær mongu uppgávurnar, sum eru fyri framman.

Vegna nevndina í Reyða Krossi Føroya

Jóannes Eidesgaard, formaður