Gunnar fyrstur um málstrikuna og FM-vinnari

ítróttur08-09-2013 - 04:14 - Jóanis Nielsen

 Gunnar Dahl Olsen vann endaspurtin móti Dávur Magnussen og gjørdist harvið FM-vinnari í landavegskoyring.

Í allar fagrasta veðrið varð í dag skipað fyri FM í landavegskoyring, súkklað varð úr Havn til Langasands og aftur til Havnar, teinurin er 100 km., veteranar og kvinnur súkklaðu til Áir og aftur til Havnar - teinurin er 65 km.

Tað varð lagt hart út og ferðin var nógv allan vegin. Í landsliðsbólkinum vóru tríggir súkklarar - Dávur, Gunnar og Jóanis Albert, sum fylgdust allan vegin norður til Langasands og líka aftur til Kollafjarðar, tá Jóanis Albert misti eitt sindur. Dávur og Gunnar kappaðust so um fyrsta plássið líka til málstrikuna, úrslitið gjørdist at Gunnar Dahl Olsen vann endaspurtin og kom um málstrikuna við einum ½ hjóli framman fyri Dáva Magnussen,

Landsliðsbólkurin.

1. Gunar Dahl Olsen 2.40.40

2. Dávur Magnussen 2.40.41

3. Jóanis Albert Nielsen 2.46.26

4. Høgni Øster


Kvinnur:

Elsa Berg 2.21.10

Unglingar:

Heri Høj 2.19.28


Motionistar:

1. Kjartan Egholm 2.11.11

2. Gudmundur Gudmundson 2.16.09

3. Finn Danberg 2.23.00

4. Elmar Ósá 2.26.00

5. Arnfinn 2.45.50

6. Benjamin Thomassen 2.47.47.


Vinnararnir fingu steyp til ognar og nr. 2 og nr. 3 fingu gávur frá  AG Bike Sport.