Gulllaksakvotan er uppfiskað

vinna13-08-2018 - 21:13 - Jóanis Nielsen

 Tey seks gulllaksaskipini: Vesturbúgvin/Eysturbúgvin, Fuglberg/Skoraberg og Polarhav/Stjørnan hana nú fiskað alla gulllaksakvotuna fyri í ár - smá 12.000 tons.

Polarhav og Stjørnan komu á Kollafjørð í kvold og Fuglberg og Skoraberg koma á Kollafjørð í nátt, bæði pørini landa í Kollafirði í morgin.

Polarhav og Stjørnan hava 250 tons og Skoraberg og Fuglberg hava 120 tons, bæði pørinni hava roynt vestanfyri hendan túrin.

Eysturbúgvin/Vesturbúgvin hava lagt um til upsafiskiskap og Polarhav/Stjørnan og Fuglberg/Skoraberg fara eisini til upsafiskiskap, tá ið teir fara nýggjan túr.