Guðstænasta og røða løgmans á stórskíggja

mentan27-07-2017 - 13:43 - Jóanis Nielsen

Ólavsøkudag kl.11 ber til at síggja ólavsøkugudstænastuna í Havnar kirkju á stórskíggja við trappuna. Anne Mette Greve Klemensen prædikar.


Tá ið skrúðgongan við løgtingslimum, prestum og øðrum embætisfólkum fer úr Havnar kirkju og niðan á Vaglið, er skíggin sløktur, og fólk fara á lýða á ólavsøkukórið, ið syngur undir tinghúsinum. Tóra Vestergaard stjórnar kórinum.

Løgmaður ber fram ólavsøkurøðu sína kl.13, og tá verður Tingið sett. Hesa løtuna er stórskíggin við trappuna aftur tendraður, og til ber at fylgja við ólavsøkurøðu løgmans, tað skrivar torshavn.fo