Gudstænasta á ovara vølli í Gundadali 2. hvítusunnudag

mentan18-05-2018 - 12:55 - Jóanis Nielsen

Nú verður aftur útigudstænasta á ovara vølli í Gundadali. Fólkakirkjurnar í Suðurstreymi bjóða øllum hjartaliga vælkomin til útigudstænastu 2. hvítusunnudag kl. 11.00.


Nær og fjar hava fólk nýtt høvið at leita niðan í Gundadal til samveru og eitt gott orð.

Prestarnir í Suðursteymi taka lut við lestri, prædiku og bøn, hornorkestrini í býnum spæla undir kendar sálmar, og søga verður fyri teimum smáu.

Eftir gudstænastuna eru øll boðin til drekkamunn í Badmintonhøllini. Okkurt gott verður til børnini eisini.

Prestarnir í Suðurstreymi