Mynd: Eyðun Høgnesen.

Gudrun fekk kr 43,- í meðalprís

vinna14-12-2018 - 15:16 - Jóanis Nielsen

 Garnaskipið Gudrun kom í gjár inn við einum tonsi av havtasku, teir fingu óvanligan góðan prís fyri havtaskuna, meðalprísurin var kr. 43,- fyri kilo, sum gevur kr. 43.000 fyri veiðuna.

Teir hava drigið gørnini inn og koma nú at liggja til eftir jólahalguna.