Guðrið: Vit vóru nervøsar

ítróttur07-02-2018 - 23:31 - Jóanis Albert Nielsen

H71 tóku í kvøld móti Kyndli í hálvfinaluni í Faxe-kondi steypakappingini. Kyndil vann dystin 31-19 á H71, eftir dystin fingu vit orð á Guðrið á Borg leikara hjá H71.

Hvussu upplivdi tú dystin?

- Hann var rótutur frá okkara síðu, eg haldi ikki at vit fingu nakað at rigga, eg veit ikki ordiliga hvat tað er sum ger tað, vit eru kanska nervøsar. Dysturin í dag var tann størsti sum vit nakrantíð hava leikt. 

Kyndil legði seg beinavegin nógv mál á odda, hvat er tað tit gera galið?

- Vit komu slett ikki í gongd, eg veit ikki hvat eg skal siga. Vit eru keddir yvir úrslitið. Tað er stórur munur á liðnum, tær eru í størri menning enn hvat vit eru, men vit kunnu bara forbetra okkum til næstu ferð. 

Hvussu sært tú uppá seinnu hálvfinaluna?

- Puha, vit hava nógv at arbeiða við, vit hava ikki nakra serliga stóra vón, men sjálvandi man skal altíð trúgva uppá tað. Vit fara bara at arbeiða víðari frá hesum dystinum. 

Hvat skulu tit rættað uppá til næsta dyst?

- Vit mugu rættað uppá alt, bæði verju og álop, segði Guðrið við jn.fo beint eftir dystin.