Guðrið: Fólk eru við upp á tað

Mentan09-08-2017 - 15:43 - Jóanis Albert Nielsen

– Tað feita við Summar Festivalurin er, at tað er altíð nógv fólk, og stemningurin er sera góður, sigur Guðrið Hansdóttir

Seinastu 10 árini hevur Guðrið Hansdóttir verið millum virknastu føroysku songkvinnurnar. Hon hevur givið fimm soloútgávur út, umframt at hon hevur givið út í bólkinum Byrta. Eisini hevur Guðrið spælt óteljandi konsertir heima og burturi.

- Hesi árini hava verið sera góð og stuttlig. Tað týdningarmesta við at gera tónleik og spæla konsertir, er at hava tað stuttligt, sigur Guðrið Hansdóttir.

Leygardagin spælir hon aftur á Summar Festivalinum, har hon hevur havt nakrar frálíkar framførslur gjøgnum árini.

– Tað feita við Summar Festivalurin er, at tað er altíð nógv fólk, og stemningurin er sera góður. Fólk eru við upp á tað, sigur Guðrið Hansdóttir.

Her ber til at síggja video-samrøðu við Guðrið Hansdóttir:

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=nc2Ozd6tUao&feature=youtu.be]