Grundstykkini við Stóraklett í Sandavági verða nú seld

14-07-2017 - 09:52 - Jóanis Nielsen

Vága kommuna:Umhvørvisstovan hevur nú matrikulerað grundstykkini við Stóraklett í Sandavági. Talan er um 11 grundstykkir, sum øll eru umbiðin. Teldupostur er sendur øllum teimum, sum skulu hava grundstykki, við fráboðan um, at nú er klárt at keypa.

Felags rottangi er gjørdur fyri tey 7 grundstykkini omanfyri vegin, meðan tey 4, sum eru niðanfyri vegin, noyðast at hava egnan rottanga.

Gjaldið, fyri at vera knýttur í felags rottanga, er kr. 10.000,-.