Grótbrotið í Sandavági skal ruddast

10-01-2018 - 13:54 - Jóanis Albert Nielsen

Vága kommuna vil heita á borgarar um at burturbeina sínar lutir, sum standa í grótbrotinum í Sandavági, í seinasta lagið fríggjadagin tann 9. februar 2018.

Vága kommuna arbeiðir við at hampa um í kommununi, og hevur m.a. sett arbeiði í gongd við at rudda grótbrotið í Sandavági. Grótbrotið er eitt alment øki. Har liggja fleiri privatir lutir, sum kommunan ikki eigur. Nevnast kann t.d. bilvrak, bildekk, bátavognar, viðfestisvognar, bátar og bátavrak. Samstundis arbeiðir kommunan við at burturbeina egin ting av økinum.

Fyri at tryggja, at onki av virði verður beint burtur av óvart, fáa borgararnir hesa almennu áheitanina um at fara eftir sínum ognarlutum.

Er ikki møguligt at burturbeina lutirnar av økinum, áðrenn ásettu freistina, eru tit vælkomin at ringja til umsitingina í Vága kommunu.

---

Arbeiðið at rudda grótbrotið í Sandavági er liður í yvirskipaða ynskinum hjá Býráðnum um at seta umhvørvi og trivnað í hásæti. Næsta stig verður at rudda havnarlagið og onnur almenn øki.

Avtala er gjørd við eitt fólk við góðum kunnleika innan umhvørvisráðgeving, um at arbeiða fyri kommununa í eitt avmarkað tíðarskeið at tilrættisleggja ruddingina av kommununi. Vónandi taka borgararnir í Vága kommunu væl ímóti hesum átaki.