Grønlendsku og føroysku skipini givin við Eystur-Grønland

vinna06-08-2019 - 19:34 - Jóanis Nielsen

 Øll tey grønlendsku og føroysku skipini, sum hava roynt eftir makreli við Eystur-Grønland eru givin, men enn trilkast 5 russisk skip við Eystur-Grønland. 

Tey grønlendsku eru nú stødd góðar 100 fj. norður ur føroyska markinum, har royna eisini nógv russisk skip.

 Norðborg og Christian í Grótinum, sum eisini vóru í Eystur-Grønlandi, hava leitað í nakrar dagar norður úr Íslandi, norður ímóti markinum við Jan Mayn, men tað er einki at síggja, segði Jón Rasmussen skipari á Norðborg, tá ið  vit fyri løtu síðan tosaðu við hann.

Jón segði eisini, at hesa tíðina í fjør, høvdu skipini fiskað 35.000 tons av makreli í grønlendskum sjógvi, hann helt, at tað neyvan vóru fiskað 4.000 tons higartil í summar.