Grønlendski heilsumálaráðharrin vitjar Kaj Leo Holm Johannesen

Politikkur10-01-2020 - 19:26 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag hevur grønlendski heilsumálaráðharrin, Martha Abelsen vitjað Kaj Leo Holm Johannesen. Martha Abelsen er komin til Føroyar at kunna seg um føroysk viðurskifti og fyri at fáa íblástur til tiltøk á heilsuøkinum í Grønlandi.

Á fundinum hava tey bæði tosað um avbjóðingarnar, sum heilsuverkini í Føroyum og Grønlandi hava, og tey hava umrøtt, hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi landanna millum.

Ein av avbjóðingunum í londunum báðum er at útvega heilsustarvsfólk. Landsstýrismaðurin greiddi frá teimum tiltøkum, sum eru sett í verk í Føroyum fyri at útvega fleiri heilsustarvsfólk.

Kaj Leo Holm Johannesen og Martha Abelsen tosaðu um sjúklingahotellini í Keypmannahavn. Økta talið á sjúklingum, sum verða sendir av landinum í viðgerð, hevur við sær stórt trýst á sjúklingahotellunum. Tey eru samd um, at hetta er eitt øki, sum ber til at samstarva meira um í framtíðini.

Síðani greiddi landsstýrismaðurin frá, at hann er farin undir eina tilgongd at seta viðgerðartrygd í verk í Føroyum. Henda tilgongdin verður á sama hátt sum t.d. í Danmark, sum vit kenna sum “behandlingsgaranti”.

Eftir fundin vitjaðu Kaj Leo Holm Johannesen og Martha Abelsen á Landssjúkrahúsinum og á Barna- og ungdómspsykiatrisku deild.

“Eg haldi, at tað er sera áhugavert, at grønlendski heilsumálaráðharrin hevur valt at venda sær til Føroyar fyri at kunna seg um, hvat vit gera á heilsuøkinum. Vónandi kann tað, sum vit gera í Føroyum, verða ein íblástur hjá teimum”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Heilsumálaráðið, 10. januar 2020