Grønlendsk-føroysk orðabók

mentan18-02-2020 - 09:02 - Jóanis Nielsen

Fríggjadagin 21. februar kl. 16 verður forkunnug avdúking av enn einari orðabók, ið Sprotin letur úr hondum. Avdúkingin verður í Grønlendingahúsinum í Havn, tí talan er um grønlendska-føroyska orðabók, sum vit av sonnum kunnu vera errin av.

Sum vanligt verður hetta ikki nøkur vanlig framløga, men skráin er fjølbroytt.

- M. C. Restorff fer saman við øðrum at spæla og syngja á grønlendskum.

- Uttanríkis og mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, hevur orðið.

- Jonhard Mikkelsen, stjóri, heldur røðu.

- Elin Neshamar, ið hevur staðið fyri arbeiðnum, letur orðabókina upp og greiðir frá.

- Eftir framløguna verður kaffi, te og okkurt søtt at fáa.

Tiltakið verður 21. februar kl. 16 í Grønlendingahúsinum, Jøkulstræti 8, Tórshavn. 

Øll eru vælkomin.