Mynd: Frits Joensen - her liggur Tasiilaq á Kollafirði.

Grønlendska skipið Tasiilaq slapp ikki at landa í Íslandi

Vinna19-09-2014 - 15:46 - Jóanis Nielsen
Grønlendska skipið Tasiilaq skuldi í gjár landa í Þórshöfn, sum liggur á Langanesi í Íslandi. Men íslendingar søgdu nei, tí skipið hevði fiskað av grønlendsku kvotuni í Eystur-Grønlandi - somu grundgeving, sum teir høvdu tá ið Næraberg var í Reykjavík.

Tasiilaq setti tí kós móti Føroyum við veiðuni, sum er uml. 700 tons av frystum sildafløkum, sum skal landast í Kollafirði, 6-700 tons, sum skal til fiskamjøl til Havsbrún og uml. 200 tons av feskari sild, sum skal landast til Faroe Pelagic í Kollafirði.Tasiilaq kom á Kollafjørð í nátt.

Tað eru 4 grønlendsk skip sum í løtuni fiska sild við Eystur-Grønland - ein teirra er fyrrverandi Skálaberg, so helst koma tey eisini at landa í Føroyum.

Tað er felagið Royal Greenland Pelagic, sum eigur Tasiilaq, íslendingar eiga 10% í felagnum.