Grønir bilar og svartari flota

Politikkur18-10-2018 - 13:04 - Jóanis Albert Nielsen

Síðstu dagarnar hevur verið nógvfokuseraðuppá grøna orku. Politikarar eru spurdir, um teir fara at keypa nýggjan bil við grønari orku. Eg kann her upplýsa, atbilar standa fyri 10 % av útlátinum.

Haldi at skipaeigarar hóskandi skuldu blivið spurdir, um teir hava ætlanir um at skifta skipini út. Tað er ikki óhugsandi, at fiskakeyparar kanskaeinaferð í framtíðini fara at seta krøv um grønt stempul á fiskavørunum, sum teir keypa. Vóni ikki tað verður meðan hendan samgongan situr.Tað var her fokusið skuldi verið, um vit skulu tosa um grøna orku, tí fiskiskip standa fyri 42 % av útlátinum.

Viljanum feilar onki.

Vit kenna tó svarið frá skipaeigarum frammanundan. Teir vilja gjarna endurnýggja flotan, men undir verandi umstøðumhava teironganmøguleika at byggja nýggj skip og tora heldur ikki.Hava ikki fíggjarliga orku til tað.Peningur,sum skuldi blivið brúktur til nýggj skip fer ístaðin í landskassan sum tilfeingisgjald og uppboðssølugjald. Partur av hesum peningi verður m.a. eisini nýttur til avgjaldslætta til grønar bilar.Ístaðinfyri nýggj framkominskip í flotan og eina sterka kappingarføra vinnu, so fáa vitein alsamt vaksandi almennan sektor.

Skiparoykurin gerst alsamt svartari

Fíggingarstovnar toraheldur ikki at veita lán til skip,tí alt er ótrygt. Samgongan hevur koyrt grús í maskinaríið, og roykurin gerstalsamt svartari og svartari.Stórur partur av flotanum er gamal og niðurslitin og treingir til ábøtur og endurnýggjan. Øll londini rundan um okkum byggja nýggj supermodernaði skip, og vit her í Føroyum keypa gomlu kasseraðu skipini hjá teimum.Við hesi gongdini verða Føroyar staðið har tey kasseraðu skipini enda.

Samgongan deilir út menningarkvotur, men tá tað kemur til at hava nýggjastu og bestu fiskiskipini á høvunum eru Føroyar nú blivnar eftirbátur. Tað kunnu vit m.a. takka fiskivinnunýskipanini hjá Høgna, Aksel og Poul fyri.

Bara byrjanin.

Hetta er bara byrjanin oggongdin má steðgast beinanvegin.Tað gerst einans við at vitfáa eitt borgarligt landsstýrið, sum er bestatrygdin fyri einum burðardyggum vælferðarsamfelagi.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingskvinna