Mynd: Havstovan
3

Gróður og tøðevni á sumri

vinna21-10-2017 - 11:53 - Jóanis Nielsen

 Havstovan: Í juli í ár kunngjørdi tíðarritið “Continental Shelf Research” eina nýggja grein frá Havstovuni: “Faroe shelf bloom phenology – The importance of ocean-to-shelf silicate fluxes”. Í greinini verður gróðurin um summarið, bæði á ytru og innaru leiðunum, viðgjørdur.

 

Í juni-august er sjógvur á ytru leiðunum lagbýttur, tað vil siga at eitt “springlag” er millum eitt ovari, heitari og lættari lag, og kaldari og tyngri sjógv niðri við botn. Blandingin millum hesi bæði løgini er avmarkað. Sjóvarfalsfronturin, sum er markið millum innaru og ytru leiðirnar, virkar á sama hátt, so at blandingin millum ytru leiðirnar og innara Landgrunnin eisini er avmarkað. Í ovara lagnum útiá og á innaru leiðunum er nóg mikið av ljósi til at plantuæti kann vaksa. Mátingarnar vísa, at um hesa tíðina gerst gróðurin, bæði á innaru leiðunum og í ovara lagnum útiá, ofta tøðevnisavmarkaður. Greinin viðgerð, hvussu blanding við botnlagið á ytru leiðunum kann viðføra, at tøðevnini endurnýggjast og gróðurin tískil kann halda fram.

 

Myndin vinstrumegin vísir skurðin vestur úr Koltri, har mátingarnar eru gjørdar. Myndin høgrumegin vísir miðalhitan síðst í juni eftir hesum skurði. Útiá er sjógvurin lagbýttur við heitum sjógvi í erva og køldum í neðra, meðan sjógvurin inniá hevur á leið sama hita úr vatnskorpu og niður á botn.

 

Váruppblómingin er í stóran mun umboðað av sonevndum kisilalgum (eng. Diatom), ið eru týdningarmikil føði hjá reyðæti. Meðan tøðevnið nitrat verður upptikið av øllum algusløgum, so eru tað bara kisilalgur, sum upptaka silikat. Greinin vísir á, at tað er silikat, sum fyrst gerst avmarkandi, meðan nitrat gerst lágt seinni. Sostatt eru tað kisilalgur, sum fyrst merkja tøðevnisavmarking.

 

Greinin byggir á mátingar av hita, gróðri og tøðevnum, sum eru innsavnaðar síðst í juni hvørt ár síðani 1994 eftir einum skurði vestur úr Koltri (sí mynd), umframt vikuligar mátingar síðani 1997 av gróðri og tøðevnum í Skopunarfirði. Harafturat eru eisini data frá modellum brúkt.