Grindin verður býtt í drápspartar og heimapartar til Fuglafjørð

mentan21-09-2018 - 22:01 - Jóanis Nielsen

 Vit hava júst nú tosað við Karl Johansen sýslumann, hann sigur, at grindin sum legði beinini í Syðrugøtu taldi 50 hval.

Seðlarnir koma út kl. 7 í morgin, tað verður býtt í drápspartar og so verða eisini húsapartar til Fuglafjørð.