Grindin úr Bø er aftur á Reykjanesrygginum

vinna09-07-2020 - 12:22 - Jóanis Nielsen

Hav.fo:  Merkta grindin úr Bø hevur vitja aftur júst sama økið á Reykjanesrygginum, har hon var fyri trimum vikum síðan. Grindin ferðast spakuliga á grunna partinum av rygginum.

 

Merkta grindin úr Havn, ið var suðuri við Rockall fyri viku síðan, hevur seinastu dagarnar hildið kósina norðureftir, og er nú á 23 breiddarstigum, ið er tað eystasta grindin hevur verið.

 

Bjarni Mikkelsen ( bjarnim@hav.fo )