Grindin ongan veg farin

Mentan04-03-2021 - 08:40 - Jóanis Albert Nielsen

Grindin, ið var merkt í Vestmanna 13. november í fjør, flytir seg lítið. Seinastu tríggjar vikurnar hevur hon fyri tað mesta ligið í útsynningshorninum av føroyskum sjóøki.

Grindin hevur verið ein túr suður móti Rockall, men er, eins og áður, vend aftur til økið við Ytsta Banka. Tað eru 111 dagar síðan, grindin var merkt, og hevur hon mestu tíðina verið í føroyskum sjóøki.