Grindaskifti og býti í Havn 24.juni í ár

15-08-2018 - 18:24 - Jóanis Albert Nielsen

Sjálvur var eg ikki við í grindini henda dagin, men gekk mær oman á kaiina tá seðlarnir vóru útkomnir fyri at vita hvussu skarst hjá bróður og bróðursoninum. Eg fekk ein minni hvøkk, tá eg sá at bara 23 hval av teimum 51 vóru komnir til býtingar ímillum tað vanliga fólki sum hevði tikið lut í rakstri og drápi. Eg hugsaði við mær sjálvum, hetta má eg fáa nærri greiði á, og ætlaði at søkja um alment innlit í skifti og býti. Men so koma Ólavsøka og Ovastevna, og nú kom so Dimmalætting áðrenn. Eg skal takka Dimmu fyri at lýsa hetta, og í tveimum góðum greinum í Dimmalætting kasta alment ljós á grindabýti. Kanska kemur tann triðja greinin eisini, sum fer niður í detaljurnar um hvør fær grind og fyri hvat. Teir so kallaðu fastir partar. Tí eftir mínum tykki er nógv ivingarsamt  ífylgju  Kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017 um grind og annan smáhval, vanliga kallað “grindareglugerðini” ella “grindakunngerðin”

Eg vil nú vísa á nøkur ting, og tølini sum eg brúki eru tey sum Dimma hevur í grein 10. august 2018, sum eru fingin til vega í almennum innliti frá sýslumanninum Finnboga Midjord. Tølini sum stóðu í Dimmu vóru hesi:

Hval                       51

Skinnatal                              343,5

Fastir partar/ avlop / spill              172

Skinnatal at skifta             171,5

Drápspartar í miðal          0,231

 

FASTIR PARTAR:

Finningarhvalur 14

Havnamynduleikar/lastbilar        14

Meting / skelting              10

Sýslumaðurin (2%)           7

Grindaformenn (1 % í part)          21

Skaðasýn                             2

Skiftishjálp                          8

Politi+uppskr. á sandinum            13

Kranar/ trukkar 13

Sløkkkilið                             8

Oparar/vakt, ljós              12

Upprudding, grótbátur  6             

Grindin sum doyði tann 24. juni var 51 hval, svarandi til 343,5 skinn. Tað verður upplýst at 172 skinn fara í fastar partar, og 171,5 í almennar partar. Og longu her byrjar at grugga. Eg var sum sagt sjálvur á kaiini tá seðlarnir komu út og sá at 23 hval verða í almanna partinum, so merkir hetta at hetta eru hvalir størri enn miðal, ímeðan teir minnu og yngri hvalirnir, 28 í talið, og  sum oftast hava besta tvøsti og spiki verða latnir í fastar partar. Men tað kann verða av praktiskum ávum at sýslumaðurin hevur valt at gera tað so.

Læt okkum nú hyggja nærri eftir teimum sokallaðu føstu partunum. Grindakunngerðin sigur í kap. 5 hvussu skifti og útlegg (fastir partar) skula býtast. Fyrsta § Í Kap. 5, § 28 sigur :  Tá grindin er merkt, skiftir sýslumaðurin og leggur út, sum ásett í §§ 29-40. So tað verður eftir hesum eg fyrihaldi meg til, og skal vísa hvar eg meti, at alt, ikki er sum tað eigur at vera.

14 skinn ( 4,05 % ) fóru til Havnamynduleikar / lastbilar. Tað er einki tilskila í grindarkungerðini §§ 29-40. sum sigur at Havnamynduleikar skula hava part. Tað sum eg kenni til, so er sjáldan neyðugt við lastbili, og tí eins heldur lastbilum til at leggja hvalirnar út á kai øki, og tá tað einans er talan um 51 hval, so eigur hetta kunna vera gjørt við trukki.

10 skinn (2,91 %) fór til Meting/skelting. § 31. Sigur ”Metingarfólk, sambært § 26, stk. 1, fáa minst 1 skinn í part sum samsýning og annars eftir meting sýslumansins.” Her kann sýslumaðurin geva meir enn eitt skinn, men eg vildi mett, tá grindin einans er 51 hval, so er knapt 3% í yvirkant til metingarmenn. Men kanska tað vóru 10 metingarmenn, men tað haldi eg eisini er í yvirkant, tá talan er um 51 hval. Tað vil siga, at teir hava mett og merkt 5 hval hvør.

21 skinn ( 6,11%) fóru til grindaformenn. § 33. Sigur “Grindaformenninir fáa hvør 1% av samlaða skinnatalinum.”  Hvussu nógvir grindaformenn er so, jú § 2 sigur Til hvørja hvalvág verða 4 fólk uppnevnd til grindaformenn og 2 tiltaksfólk umframt.”  Tað vil siga, bara 4 grindaformenn og harvið einans 4% eiga at lætast í teirra part og ikki góð 6%. Sum tað stendur, so eru eisini 2 tiltaksfólk, vanliga kalla varagrindaformenn, men sum orðið sigur, so eru teir til vara, um tað ikki liggur fyri hjá onkrum av føstu formonnunum at fara í grind. So eftir grindakunngerðini eiga varagrindaformenn einans vanligan part, um allir 4 føstu grindaformenninir er við í grindini.

12 skinn (3,49%) fóru til vakt og oparar. Í § 22 Sigur:  “Tá grind er deyð, setir sýslumaðurin ella grindaformaðurin beinanvegin vakt á sjógvi og landi og gevur vaktarmonnunum neyðuga leiðbeining, herundir at varðveita hvalirnar heilar, undantikið oping eftir § 25 “. Og 25 Sigur: “Vaktarmenninir opa allar hvalirnar, so teir ikki spillast, og teir ansa eftir, at eingin óviðkomandi kemur at hvalunum......” Tað vil siga at oparar og vaktarmenn er somu persónar. § 30 Sigur hvat lønin skal vera Fyri vaktarhald, sambært § 22, verður um dagin latið 1/2 skinn til hvønn bátin, sum nýttur verður, og 1/2 skinn til hvønn mannin, og fyri vaktarhald um náttina 1 skinn til hvønn”  Drápið var liðugt kl. 14:51 tann 24. juli, og seðlarnir komu út kl. 20:30, so ikki kann sigast at tað er um náttina at vakt hevur verði hildin og hvalirnir opaðir, og tískil skuldi hvør maður fingið ½ skinn. Tá so 12 skinn er givin fyri hetta, so kann tað ikki merkja annað enn at tað hava veri 24 vaktarmenn/oparar. Tað vil siga góðar 2 hval til hvønn mann at halda vakt yvir.

6 skinn (1,75%) eru givin til upprudding. Einki er nevnt um upprudding í §§ 29-40 sum siga hvussu grindin skal skiftast ella útleggjast. Har aftur í móti stendur í § 41 stk. 4  Burturbeining annars av grindarovum í teim einstøku kommununum verður gjørd av viðkomandi kommunu, og kommunan ber kostnaðin av hesum.”  Og tískil átti einki av grindini verði givin fyri hetta arbeið.

13 skinn (3,78%) fóru til Løgregluna og uppskrivarar á sandinum. Tað er einki nevnt í grindakunngerðini um Løgreglan ella uppskrivarar. Ein kann meta at uppskrivarar koma undir skiftishjálp ella hjálparfólk sambart § 35 Sýslumaðurin letur skiftishjálparfólkum og uppnevndum hjálparfólkum samsýning eftir arbeiði og ábyrgd.” Men aðrastaðni í innlitinum stendur at “skiftishjálp” fingu 8 skinn. Sjálvandi ger løgreglan eitt gott arbeiði tá grind verður hildin til, og tekur sær av útlendskum búrkroppum sum vilja steðga okkum at drepa grind og annars fylgja við at alt fer fram í “ro og orden”. Men eftir mínari meining er tað jú tað sum teir fáa sína føstu løn fyri.

13 skinn (3,78%) fóru til Kranar/trukkar v.m. Tað er væl møguligt at hatta kemur undir “hjálparfólk” sum tilskila í § 35. Men “uppnevnd hjálparfólk” standa ongastaðni í yvirlitinum.

8 skinn ( 2,33%) fóru til Sløkkilið. Einki er nevnt um sløkkilið í grindakunngerðini, men sum mær kunnugt, so hevur Tórshavnar Sløkkilið plásturkrókar og mønustingarar í varðveitslu og útflýggjar teir til grindamenninar tá grindin er við at verða hildin til. Møguliga kemur sløkkilið undir § 35 sum “hjálparfólk”. Men spurningur er, er hetta ikki blivin ein partur av teirra føstu skyldu, og eru harvið fastløntir eftir tí?

Men aftur til greinarøðina í Dimmalætting, so sigur bæði sýslumaðurin og kendi grindamaðurin Hans Jákup Hermannsen at grindakunngerðin, við serliga atliti til skift/být eigur at verða endurskoða, og tað kann eg bara geva teimum rætt í, men áðrenn vit koma hartil, so muga verandi reglur haldast. Tað kann ikki vera rætt, at grindin, sum er ogn okkara, ein gáva, at yvir helmingurin fer av óbýttum.

Okkara sterkastu argument mótvegis anti grindaveiðufelagsskapum, um at grindin verður býtt líka til øll, at hetta er ein sosial skipan, og eingin fær vinning, at grindaveiða ikki er handilslig, er misvísandi. Vit síggja eisini oftari og oftari at grind og spik verður boðin til sølu á sosialu miðlunum. Ein kann spyrja seg sjálvan, hvør selur? Tað er neyvan hann/hon sum fekk 0,231 skinn í sín part sum selur. Um hesir fastir partarnir fella til somu persónar hvørja ferð, so er tað nærliggjandi at hugsa, at her fer okkurt organisera fram.

Eg veit at nógv av teimum sum fáa nógva grind, geva burtur til tey sum ikki hava. Men, men nógv verður eisini keyp og selt. Ikki tí, tað skal verða møguleiki hjá teimum sum ikki “ganga í grind” at fáa/keypa sær ein bita, men so eigur tað at verða gjørt undir skipaðum viðurskiftum.

Karlot Hergeirsson