Grindaboð vestanfyri - dagført

mentan05-09-2018 - 14:45 - Jóanis Nielsen

 Fyri løtu síðan varð boðäð frá grind vestanfyri, grindin er tætt norður úr Barðinum, tað er ein bátur úr Sørvági, sum hevur funnið grindina.

Ætlanin er at reka grindina á Bø, tað sigur Jákup Vestergaard, sýslumaður.

Uppd. kl. 13.57: Grindin gongur í fleiri bólkum, tað¨er vestfall, so tað¨eru ikki bestu líkindi at fáa grindina á Bø, nakrir bátar eru farnir av Sørvági.

Uppd. kl. 14.08: Grindin gongur spakuliga inneftir, tað eru nú tveir bátar hjá grindini.

Sí rákið á myndunum niðanfyri

Uppd. kl. 14.46: Eru komnir á Barðið - sí filmsbrot frá Jákup Suna Lauritsen niðanfyri her.