Grindaboð vestan fyri Nípu (Trælanípa)

myndir06-06-2015 - 11:00 - Jóanis Nielsen

 Fyrri løtu síðan varð boðað frá grind vestanfyri Nípu (Trælanípa).

Kl. 6.15 Nú eru 8 bátar hjá grindini og eisini Brimil, sum fann grindina. Teir eru staddir beint út úr Fossinum (Bøsdalafossur), grindin gongur spakuliga eystureftir. Tað er hampuliga stór grind.

Kl. 7.00: Grindin gongur spakuliga eystureftir, teir eru júst nú staddir beint út úr Múlanum. Tað eru 12 bátar hjá grindini og nakrir eru ávegis út.

Kl. 7.42: Bátarnir eru komnir undan Tanganum (Presttanga) - sí myndirnar niðanfyri.