Grindaboð útfyri Mykinesbygd

12-05-2019 - 17:08 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri løtu síðani var ein grind funnin útfyri Mykinesbygd. Finnbogi Midjord sigur, at ætlanin er at halda henni til í Bø.

Dagført kl 17:42: Grindin er komin forbíð Urðaboða. 4 bátar eru hjá grindini. Tað rekur suður í løtuni.